AP Busskoyring

AP busskoyring er millum størstu bussfyritøkur í Føroyum.
Fyritøkan bleiv stovna tann 01/06 2000. At byrja við hevði fyritøkan bert tann eina bussin, tað var ein Volvo B12M, ið hevði pláss fyri 42 persónum.
Í dag gott og væl 13 ár seinni er fyritøkan vaksin til at vera ein tann størsta av sínum slag í Føroyum, í dag hevur fyritøkan 494 setur á hjólum.

Í AP busskoyring starvast í dag umleið 10 fólk. Stjóri og eigari av fyritøkuni er John Olsen, hann keypti fyritøkuna 01.10-2013 og rekur hann í dag fyritøkuna saman við dugnaligu starvsfólkunum. Fyritøkan hevur eisini egið verkstað.

Her eru nakrir av teimun bólkum/persónunum sum vit hava koyrt.

Heimsmeistararnir í fótbólti Italia
Varða heimsmeistararnir í fótbólti Týskland
Varða heimsmeistararnir í fótbólti Frankaríkið
Heimskendi Rock tónleikarabólkurin THE RASMUS
Tónleikarabólkurin Johnny DeLuxe
Tónleikarabólkurin Bryan Rice
Sangarindan Kim Wilde
Country bólkurin Bellamy Brothers
og nógv onnur kend nøvn.